Ymiskir prestar skriva Hetta heilaga Evangeliið. Nýggjur skrivari tekur við hvørt kirkjuár; frá fyrsta sunnudegi í advent til fyrsta sunnudag í advent árið eftir. Presturin skrivar og lesur tekstin sjálvur. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikutekstin til teir ávísu sunnudagarnar. Síðan verður teksturin ofta tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum skrivarin velur. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið - frá fyrsta sunnudegi í advent 2019 til fyrsta sunnudag í advent í 2020.