Vitan: »Fyrstu føroyingarnir«

Share:

Vitan

News


Í 2015 vóru nakrir útlendskir granskarar í Føroyum, og tóku kjarnuroyndir úr fimm ymiskum vøtnum. - Við at kanna kjarnuroyndirnar, kunnu vit siga, nær seyður og harvið eisini fólk komu til Føroyar, sigur professarin í jarðarvísindum Raymond Bradley.  Tey hava borað tríggjar metrar niður í fimm ymisk vøtn í Føroyum, Eiðisvatn, Saksunarvatn, Sandsvatn, Gróthúsvatn og Stóravatn, umfram at ein kjarnuboring varð gjørd í Tjørnuvík.