News
- Í næstan 500 ár búði nøkur heilt fá túsund fólk í Føroyum, greiðir Hans Pauli Strøm frá. Hann starvast, sum sosiologur á Hagstovuni, og hann hevur hugt at, hvussu og hví okkara fólkasøga er komin at síggja soleiðis út. - Tað var ikki fyrr enn í seinnu helvt av 1700talinum, og fólkatalið byrjaði so smátt at kvinka uppeftir, men tað var ikki fyrr enn í 19. øld at rættligur fólkavøkstur kom, sigur Hans Pauli. Hvussu og hví so er, greiðir Hans Pauli Strøm frá í sendingini.