News
Sjúklingahotellið Tórshavn í Venøgade 8 í Keypmannahavn er ein føroyskur blettur mitt í danska høvuðsstaðnum og millum tey stóru sjúkrahúsini her. Og her kenna føroyingar, sum koma til Danmarkar at søkja sær heilsubót, seg veruliga heima, eru øll á einum máli um.