News
63 ára gamli Trúgvi Samuelsen er seinasta skúlabarnið á Borðuni. Hann keddi seg ikki eina løtu. Hann var vinmaður við teir vaksnu menninar og slapp m.a. við teimum at veiða fugl. Kortini sníkti hann seg sjálvur onkuntíð í bjørgini. Asbjørn Østerø, dagligur leiðari fyri vitarnar í Føroyum, greiðir frá linsuni í vitanum, sum er tann upprunaliga frá 1800-talinum. Hákun Torkilshøj sigur, at linsan í Nólsoyar vita er ein av teimum trimum størstu linsunum í heiminum. Sum ungur maður var Hákun avloysari á Borðuni í seks ár.