News
Fuglafrøðingurin, Jón Aldará, skrivaði serritgerð um kjógva, tá hann tók prógv sítt. Nú granskar hann kjógva og liður í hesi gransking er at ringmerkja pisuna. Frítíð og náttúra var saman við Jóni ein dagin, hann ringmerkti kjógvapisu norðanvert Akraberg. Tá vit ferðast í føroysku náttúruni koma vit tíðum fram á jarðriv - erosjón - og nógvastaðni er svarðloysi. Frítíð og náttúra hevur verið ein túr í haga norðan fyri Havnina og vit dvølja við markið millum Hoyvíkshagan og Sundshagan.