News
Escape var tað sjeynda albumið hjá amerikanska rokkbólkinum, Journey, sum tveir fyrrverandi Santana tónleikarar stovnaðu saman við øðrum í San Franscisco í 1973. Umframt amerikanararnar spældi ein breti, Aynsley Dunbar, trummur á teimum fyrstu fýra Journey albumunum. Escape útgávudagur er 17. juli 1981. Hesin Temaplátutáttur er partur av røð við Temaplátum í Plátubarrini, sum í 2021 eru blivnar 40 ára gamlar. Nakrar teirra eru endurgerð av Temaplátum frá fyrstu árunum við Plátubarrini, sum byrjaði í 2013, meðan aðrar eru nýgjørt tema-tilfar. Plátubarrin 13.11.21