News
Í tveimum undanfarnum sendingum hava vit hoyrt ymiskar serfrøðingar í fiskivinnu grundgeva, hví politikarar eiga at lurta eftir teimum, tá ið fiskivinnupolitisku avgerðirnar skulu takast. Í dag sleppa tríggir politikarar at greiða frá, hvussu teir navigera í fløkta fiskivinnukjakinum. --- Kjakið um fiskivinnuna snýr seg fyri ein stóran part um uppboðssølu, antitrust, dagar, kvotur og annað, sum fer at mynda innihaldið í eini nýggjari fiskivinnulóggávu.