News
Toska- og hýsustovnurin er niðurfiskaður og fiskiskapurin má minkast. Soleiðis hevur tilmælið hjá Havstovuni ljóðað á hvørjum ári síðan 2004. Tilmælini eru ongantíð fylgd, og í dag er toska- og hýsufiskiskapurin søguliga lágur. Men nú fiskivinnunýskipanin stendur fyri durum tykjast stóru politisku flokkarnir tó, á pappírinum, at vera upptiknir av at fáa eina burðardygga fiskivinnu frá 1. januar 2018.