News
GG: fyrsta sluppin kom í 1872, ikki í 1882, sum sagt verður í sendingini. Fiskivinnan skal skipast av nýggjum frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvørjar eru orsøkirnar til, at vit eru í eini nýskipanartilgongd júst nú. Og hvat er tað, kjakast verður mest um? Hesir spurningar eru óloysiliga tengdir at øðrum hendingum seinastu hálvthundrað árini. --- Fyrr var føroysk fiskivinnan púra fræls.