Skil fiskin! - Antitrust (6:9)

Share:

Listens: 0

Skil fiskin!

News


Vøksturin hjá reiðaríum skal avmarkast, sigur landsstýrið. Grundgevingin er, at stórar fyritøkur kunnu spilla kappingina og ávirka politikarar. Men, stór ósemja er um hvussu strammar hesar avamarkingar skulu vera. Serfrøðingar, vinnulívsfólk, andstøðupolitikarar og onkrir samgongupolitikarar leggja dent á, at ræðslan fyri stórum reiðaríum er ógrundað og at tað tvørturímóti kunnu vera búskaparligir fyrimunir við at geva teimum rúm at vaksa.