News
Dótturfeløg hjá Samherja á Kypros hava verið nýtt sum skattaskjól hjá øðrum feløgum í samtakinum í fleiri ár. Tað sigur Jóhannes Stéfansson, varskógvari og fyrrverandi stjóri fyri virkseminum hjá Samherja í Namibia. Og nýggj skjøl vísa, at fleiri føroysk feløg, sum Samherji eigur í, hava peningaligt tilknýti til somu feløg á Kypros. Lagt til rættis: Jan Lamhauge og Barbara Holm, saman við Una Holm Johannesen, Jógvan Eli Dam og Georg L. Petersen. Sendingin er gjørd við stuðli frá IJ4EU.