News
Tað er ikki í lagi, at føroysku pensjónsfeløgini fáa verri avkast enn tey donsku. Heldur hetta fram, mugu við umhugsa at lata meira upp fyri kapping, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum avdúkar, at íløguavkastið í donskum pensjóns- og tryggingarfeløgum er nógv størri enn í teimum føroysku. Hetta kann fáa týdning fyri tað, sum fólk fáa útgoldið við pensjónsaldur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum. Eftirlitið fer nú at kanna onnur viðurskifti hjá feløgunum, millum annað umsitingarkostnaðin.