Serstøk ílega í føroyska rossinum er hótt

Share:

Listens: 0

Góðan morgun Føroyar

News


DMRT3 ílegan ger, at rossið fær serligar førleikar til rørslu og verður rossið sera gott at ríða. Mett verður, at henda serliga ílega, stavar frá einum úrbregði sum hendi einaferð í víkingatíð. Av tí at rossini, ið hava hesa íleguna, gerast serliga góð at ríða og hava gott sinnalag, er hugsandi, at víkingar hava valt hesi rossini fram um onnur ross. Íslendska rossið, sum er nær skylt tí føroyska og við sama uppruna, er kent um allan heim, orsaka av sínum eginleikum til tølt og sítt góða sinnalag.