News
Tá ið Klaksvíkar Kommuna fór undir at grava út fyri eini býarlund mitt í Klaksvík, kom øði í grindina. Gjørt varð vart við, at fyri langari tíð síðani, vórðu staðfest gomul fornminni undir moldini, og fornminnismynduleikin steðgaði arbeiðinum. Partarnir komu til eina semju, og arbeiðið kundi halda fram. Men eru hetta aldargomul fornminni, sum liggja undir moldini Yviri á Grundum, sum økið verður rópt í Klaksvík.