News
Higartil hevur kringvarið staðið opið fyri boðskapunum frá landsstýrinum á tíðindafundunum, men hvussu leingi skal hetta standa við. Og kann ella eigur kringvarpið at seta treytir við, hvat innihaldið er og hvør er við á tíðindafundunum. Fleiri sendingar í kringvarpinum brúka Facebook - bæði sum reyp og sum samskiftismiðil. Hvussu eigur ein public-service stovnur at brúka eina risafyritøku sum Facebook, sum er 100 prosent lýsingarfíggjað. Og hvørji reglur galda fyri medarbeiðarar í kringvarpinum um at gera viðmerkingar á Facebook.