News
Stroyming er vegurin inn til ljóð og myndir. Tey gomlu tíma enn at hyggja eftir tí, sum sjónvarpsrásir senda út í stovuna til ávísan klokkutíma, men alt fleiri vilja hava valfrælsið at velja nær og hvar ljóð og myndir skulu koma. Avbjóðingin er stór, tí stroymingstænasturnar vera alsamt grammari fáa okkum at brúka tíð hjá teimum. Ein lítil sjónvarpsstøð sum Kringvarpið skal so royna at troka seg inn í hesa umfatandi útlendsku miðlamyndina.