News
Um eitt gott hálvt ár, lendir ein rumdarbilur á gongustjørnini Mars. Ein sokallaður rovari. Hesin rovarin skal kanna jarðfrøðina á reyðu gongustjørnini, og um tað einaferð hevur verið lív á Mars. Rovarin hevur fingið heitið Perseverance og ein av teimum, ið hevur verið við til at ment henda mánabilin, er føroyingurin David Arge Klevang Petersen. Hann er adjunktur á DTU Space og verkætlanarleiðari fyri eitt serstakt tól, ið skal skanna yvirflatuna á Mars, í leitanini eftir lívið frá fyrndini.