News
- Eg havi gjørt hetta í mínari frítíð. Eg meini, at øll máløki hava brúk fyri góðum málsligum amboðum, og tað hevur verið mín tileggjan til at gera tað, sigur Trond Trosterud. Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 varð latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Hetta er fyrstu ferð, at ein útlendingur fær M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik, ja eina M.A. Jacobsens virðisløn yvirhøvur.