News
Endamálið við árliga norðurlendska bústaðarfundinum, er at deila hugskot og geva hvørjum øðrum íblástur til bústaðarbygging. Andras Róin, stjóri á Bústøðum sigur, at tey fáa nógv burturúr at hoyra, hvussu hini norðurlondini skipa sínar bústaðarbyggingar. Á skránni eru ymisk evni, sum umboð fyri londini kjakast um, og so leggja londini fram um síni bústaðarviðurskifti, bústaðarbyggingar og avbjóðingar. Á norðurlendska bústaðarfundinum eru fleiri umboð fyri Finland, Norra, Danmark, Ísland, Svøríki og Føroyar.