Nón 20. oktober 2021

Share:

Listens: 0

Nón

News


Nógv kenna helst gamla gula ikoniska smiðjubygningin í Saltangará. Bygningurin hýsti í nógv ár smiðjuvirksemi, men um nakrar mánaðir letur Gula Smiðja upp sum ungdóms- og virkishús. Vit tosa við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu um verkætlanina og fara ein rundtúr í bygninginum saman við Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara í kommununi. Í morgin verður forvitnislig konsert og frumframførsla í Norðurlandahusinum. Tað er Birita Poulsen Trio, sum fer á pall millum annað at frumframføra nýggja verkið "Kærleiki" eftir Sunleifi Rasmussen.