News
Við filminum Ábyrgd hevur Katrin Joensen-Næs varpað ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu. Fyri tað hevur hon fingið Ársins sálarheilsuvirðisløn. Vit hitta Katrina. Í næstu viku kemur bókin "Vatn er ein vátur logi - ein lívssøga" eftir Carl Johan Jensen út. Hetta er triðja bókin í tríverki, har hinar báðar vóru Sær og Terningarnir. Vit tosa við Carl Johan Jensen úr London. Hoyr alla Nón-sendingina her.