Meg minnist: Steinbjørn O. Jacobsen (2:2)

Share:

Meg minnist

News


Steinbjørn O. Jacobsen varð valdur í býráðið í Klaksvík í 1996, og sat har í 24 ár. Í átta ár var hann borgarstjóri, onnur átta ár var hann varaborgarstjóri. Tey bygdu tann fyrsta barnagarðin, loystu ferðslutrupulleikar og fóru undir at byggja Norðhavnina. Tað var ikki verri, at Norðoyatunnilin varð gjørdur. Haðani var nógv grót at veiða til ymsar útbyggingar. Fótbóltur hevur hansara áhuga, og eina ferð varð hann boðin at røða á HB-veitslu. Hann ivaðist, men úrslitið var í lagi.