Meg minnist: Steinbjørn O. Jacobsen (1:2)

Share:

Meg minnist

News


Gamli borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, verður gestur í tveimum sendingum í Meg minnist. Steinbjørn er klaksvíkingur, lærdi til múrara í Havn í 60-unum og arbeiddi síðani sum sjálvstøðugur í Klaksvík. Miðskeiðis í 1980-unum fekk hann starv á Húsalánsgrunninum. Í hesum starvi kom hann nógv runt um oyggjarnar. Í Havn gekk hann í Ebenezer og í Klaksvík er Betesda hansara samkoma. Ferjumaðurin Óla Jákup Jacobsen, nevndur Ekspress, var abbi Steinbjørn. Hann var íverkseti, men kanska føddur 40 ár ov tíðliga, heldur Steinbjørn.