News
Signar á Brúnni verður fyrsti gestur í Meg minnist í heyst. Signar er fuglfirðingur og hevur eitt nú savnað tilfar um handilssøguna og onnur viðurskifti í bygdini. Hann er føddur í 1945 og lærdi til lærara. Tá hann gavst sum lærari í Fuglafirði, var hann skúlastjóri í Vestmanna nakrar mánaðir og síðani meir enn fimm ár stjóri á Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Signar á Brúnni var eisini løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin tað mesta av 30 árum og var landsstýrismaður í fýra samgongum.