News
Í 1963 giftust Jens Mohr og Hervør hjá Jóan Jakku skómakaranum. Á ellisárum var Jóan Jakku ofta hjá teimum úti í Dr. Dahls gøtu, har tey bygdu við góðum útsýni yvir Sandágerð og allan Nólsoyarfjørð. Jensi dámar væl í náttúruni. Hann hevur í eitt mannaminni verið fjallmaður í Glyvurshaga og skotið harur har. Í nøkur ár hevur hann spælt golf. Partafeløg hjá Skipasmiðjuni og einstaklingum áttu skip sum Álaker, Vón, Hvítubjørn og Víking. Tórshavnar Skipasmiðja fór longu í 1939 undir at byggja skip. Fyrsta træskipið var Vón, og Másin var tað sætta og seinasta.