News
Jens Mohr arbeiddi í 55 ár á Tórshavnar Skipasmiðju. Sum smádrongur var hann nógv í Kirkjubø hjá mostur síni Olgu og javnaldrinum Sverra Patursson. Í januar 1952 sendi Sverri boð eftir Jens og bað hann koma við at bjarga av Barjamu, sum var farin á land á Bøboðunum. Teir fóru við 4-mannafarinum Ábal. Jens gekk í nonnuskúla og realskúla, men skúlin var onki fyri hann. Fríløturnar arbeiddi hann á skipasmiðjuni, og fór 15 ára gamal niður á sjómansháskúla í Svendborg.