News
Hans Jákup Hermansen hevur verið í mongum vási. Hann var leingi oddamaður í Grindamannafelagnum, sum í 1993 tók upp á seg at broyta grinddrápið eftir nógvan ágang úr útheiminum. Hans Jákup var í nevnd í Lærarafelagnum, men gavst sum lærari í 1984. Síðani hevur hann verið sølumaður hjá Smyril Line, ráðgevi hjá Ferðslutrygd, bussførari hjá Bygdaleiðum, koyrilærari, formaður í Ungdóms & Menningardeildini hjá ÍSF og í Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu. Ì 1981 var Hans Jakku við familju í Onglandi og lærdi enskt og í 1989 í Noregi og lærdi til koyrilærara.