News
Hans Jákupi Hermansen hevur altíð dámt á sjónum. Sum smádrongur var hann javnan við rutubátinum Silberanum og Rituni og lærdi ikki sørt um sigling. Hann sigldi eisini við beiggja sínum Hermanni, sum stundum brúkti deksbátin Borgarklett til leigutúrar. Tá Hermann fór at føra Norðstjørnuna í 60unum var Hans Jákup við honum á sild. Seinni var hann túrar við Hvítaklett, sum skeyt grindahval og stórhval. Í 1991 tók hann læraraprógv í Ribe. Var eitt skifti lærari í Keyåmannahavn og tá hann kom aftur, fór hann í lærarastarv á Eysturskúlanum.