Meg minnist

Share:

Meg minnist

News


Signar á Brúnni vaks upp hjá pápabeiggjanum Hans David og konu hansara Kristionnu, tí mamman, Sigga úr Toftum, doyði í barsilsong við Signari. Jógvan á Støðini átti tríggjar synir, sum nú vuksu upp hvør sær, men hittust javnan, tá vitjað varð hjá ommuni á Støðini. Signar búði úti á Bakka oman fyri keiina. Har var nógv spæl, og har komu nógv norsk skip. Við teimum komu harmonikurnar, sum skjótt settu sín dám á bygdina. Sjónleikarhúsið var ein miðdepil, og fuglfirðingar gjørdu eisini fótbóltsvøll.