News
Jens Mohr í Havn verður í Meg minnist 2. páskadag kl. 14.15. Jens Mohr arbeiddi í 55 ár á Tórs-havnar Skipasmiðju. Sum smádrongur var hann nógv í Kirkjubø hjá mostur síni Olgu og javn-aldrinum Sverra Patursson. Í januar 1952 sendi Sverri boð eftir Jens og bað hann koma við at bjarga av ?Barjamu?, sum var farin á land á Bøboðunum. Teir fóru við 4-mannafarinum ?Ábal?. Jens gekk í nonnuskúla og realskúla, men skúlin var onki fyri hann. Fríløturnar arbeiddi hann á skipasmiðjuni, og fór 15 ára gamal niður á sjómansháskúla í Svendborg.