Magnetiski norðpólurin hevur kós móti Sibiria

Share:

Vitan

News


Í fleiri túsund ár hevur kumpasnálin peikað móti einum øki í norður Kanada, har tann magnetiski norðpólurin hevur verið staðsettur. Men seinastu árini er ein broyting hend. Magnetiski norðpólurin flytur seg og hevur í dag beina kós móti Sibiria. - Vit hava eygleitt, at magnetiski norðpólurin flytur seg einar 50 - 60 kilometrar um árið, sigur Nils Olsen, professari á DTU. - Og heldur gongdin fram, so peikar kumpasnálin um eini 25 ár móti Sibiria, leggur hann afturat.