LEITISSTEIN 12.10.2021 (& TINGSTRUP)

Share:

Leitisstein

News


Tá LEITISSTEIN í síni tíð varð settur at samskipa verkætlanina Føroyskar Søgur, so møtti hann Thomas Tingstrup, ið var stigtakari til verkætlanina saman við Troels Uhrbrand Rasmussen. Tað var skjótt greitt, at Thomas og LEITISSTEIN høvdu ein felags tokka til tónleikin, sum vit nørdaðust nógv um. Eitt nú fóru vit til konsertir saman.