News
Stongum og Guttesen er heiti á nýggju fløguni, sum vinmennirnir og systkinabørnini úr Sørvági, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava latið úr hondum. 9 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum Kim Hansen og Terji Rasmussen hava framleitt í felag. Upptøkurnar vórðu gjørdar í Tanggaard studio hjá Terja Rasmussen í Nólsoy og í Bloch studio í Havn. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastera fløguna í Keypmannahavn.