News
No 8 er heiti á nýggjastu fløguni við 69 ára gamla)Stanley Samuelsen, ið er ættaður úr Fuglafirði, men seinastu 50 árini havt bústað í Danmark. 12 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum er tikin upp í Nora studio, heima hjá Stanley, í Birkerød, stutt norðanfyri Keypmannahavn. Upptøkurnar vóru gjørdar í árunum frá 2011 til 2019, og Stanley hevur sjálvur framleitt, ljóðblandað og mastera útgávuna.