Kvørnin: "Segl", Eivør

Share:

Listens: 0

Kvørnin

News


Tólv sangir, níggju á enskum og tríggir á føroyskum máli, eru á plátuni, ið er tikin upp í Studio Bloch, Sauna Recordings, The Space studios og í Bunkaranum. Eivør hevur skriva øll løgini, og hevur samstarva við fleiri aðrar sangskrivarar um bæði løg og tekstir. Marjun Kjælnes hevur skrivað teir tríggjar føroysku tekstirnar á Segl. Framleiðsluna hava Eivør Pálsdóttir og Tróndur Bogasson staðið fyri. Bretski framleiðarin Daniel Heath, hevur framleitt eitt lag og tvey í samstarvi við Eivør og Trónda. Høgni Lisberg hevur framleitt ásláttur og beats.