News
Raske drenge er heiti á sjálvsnevndu debutútgávuni, sum føroyski Ragnar Finsson og belgiski Oscar Beerten góvu út tann 31. juli í ár. 10 skeringar, 5 sangløg og 5 instrumental løg, eru á plátuni, sum er tikin upp í FH studio í Havn og í Vesturkirkjuni. Ragnar Finsson og Oscar Beerten hava í felag lagt tónleikin til rættis og framleitt útgávuna, ið Finnur Hansen hevur tikið upp, ljóðblandað og mastera.