News
Í nærum 38 ár hevur hann sagt Føroya fólki tíðindi úr øllum heimsins herðashornum, og dag um dag hevur hann sagt okkum, hvat veðurmenninir hava spátt um veðrið á okkara leiðum. Fram um allar er hann útvarpsrøddin. Útvarpsmaðurin Ívar Iversen fylti 67 ár í 1998, og tað bar í sær, at hann var loystur úr starni í Útvarpinum 1. mars hetta árið. Sítt lívsstarv tók Ívar umborð á postbátinum av Oyri til Havnar. Hann arbeiddi hetta tíðarskeiðið á Loranstøðini á Eiði, men hevði gjørt av at fara til skips aftur, tá hoyggingin var av.