News
Trummuspælarin Anders Brill gjørdi sum ungur herskyldu í Mjørkadali. Fyri júst hálvthundrað árum síðani - í oktober 1969 - kom hann upp í føroyska rokkbólkin Jacta est Alea. Bólkurin var bara til í gott og væl eitt hálvt ár - frá á heysti 1969 til summarið 1970 - men í desember 1969 var Jacta Est Alea kosin besti føroyski tónleikabólkur á serstakari FM-rokktónleikakapping í Klaksvík.