News
Pinkubørn vera á sjúkrahúsinum kannað fyri CTD í sonevndu pku-royndini, men tað er ikki altíð, at henda roynd er eftirfarandi, tí tað tekur tíð áðrenn ávirkanin frá mammuni er horvin úr barninum. Tí verður mælt til, at pinkubørn taka eina blóðroynd afturat nakrar vikur seinni, og líkt er til, at nógv foreldur lata henda møguleika fara framvið. Hetta siga Amy Ljósheim og Sunneva Thorsteinsson, sum báðar eru nevndarlimir í CTD felagnum.