News
Guy Ritchie vendir aftur til "cockney gangster" røturnar við krimi-skemtifilminum "The Gentlemen" við Matthew McConaughey í høvuðsleiklutinum. Jim Carrey spælir ein barnasjónvarpsvertur í sorgarfullu og skemtiligu sendirøðini "Kidding" á HBO. At enda ummæla vit "The Invisible Man", ein nýggj tulking av skaldsøguni hjá H.G. Wells, har Elisabeth Moss spælir høvuðsleiklutin.