News
Hesaferð ummæla vit tveir amerikanskar spælifilmar, "The Call of the Wild" og "Bombshell", og ein Oscar-vinnara, dokumentarfilmin "American Factory". "The Call of the Wild" er ein nýggj tulking av klassisku søguni hjá Jack London við Harrison Ford í høvuðsleiklutinum. "Bombshell" er ein samtíðarsøguligur drama filmur, sum snýr seg um "me too" rákið. Síðani eru vit flugan á vegginum í eini kinesiskari bilarútaverksmiðju í Ohio, USA, í dokumentarfilminum “American Factory”.