Hyggjuráðið

Share:

Hyggjuráðið

News


Geytavirðislønirnar vórðu handaðar seinasta leygarkvøld, tá Geytin 2020 var í Norðurlandahúsinum. Átta føroyskir stuttfilmar vóru tilnevndir, og teir vórðu allir vístir leygarkvøldið.  Tað var eksistentialistiski barna-stuttfilmurin "Hví eru vit her?" hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø, ið vann Geytan. Skerpiwestern stuttfilmurin "Trøllabeiggi" hjá Gudmundi Helmsdal vann áskoðaravirðislønina.  Gunnvá Zachiariasen, sjónleikari og Hermann Eliassen, miðlafrøðingur, vóru við leygarkvøldið. Tey ummæla vinnarar og hinar tilnevndu filmarnar í Hyggjuráðnum.