News
Vit hoyra Dansifelagið í Havn kvøða Runsivalsstríð, Martin Tórgarð skipar. Eisini kvøður Dansifelagið í Havn Sigmundskvæði eldra, Birgir Djurhuus skipar til eina sjónvarpsupptøku í 2018. At enda í fyrra parti av Dansivali við Hanusi Kamban skipar Poul Eide Hafburd Konge og Sivord Konge í Dansifelagnum í Havn.