Gula Smiðja skjótt klár at taka ímóti ungdóminum

Share:

Listens: 0

Nón

News


Nógv kenna helst gula, ikoniska bygningin í Saltangará. Fyrr hýsti bygningurin smiðjuvirksemi, men um nakrar mánaðir letur Gula Smiðja upp sum ungdóms- og virkishús. Gula Smiðja skal eftir ætlan vera fyri ung í aldursbólkinum 14-18 ár, og stórur tørvur hevur verið á einum ungdómshúsi, heldur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Runavíkar kommuna hevur lýst eftir dagligum leiðara, og hann skal saman við teimum ungu vera við til at mynda innihaldið í nýggja tilboðnum til ungdómin í Runavík.