Gud signi Føroyar (3:6)

Share:

Gud signi Føroyar

News


Størsta trúarrørslan í Føroyum uttanfyri fólkakirkjuna er brøðrasamkoman, sum umfatar umleið 15 prosent av øllum føroyingum. Brøðrasamkoman kom úr Bretlandi seint í 1800-talinum og hevur umleið 30 samkomuhús kring oyggjarnar í dag. Onga aðrastaðni í heiminum er brøðrasamkoman so stór sum í Føroyum. Ein sentralur boðskapur í læru brøðranna er boðskapurin um frelsu og umvending. Sendingin kannar, hvussu læran um frelsu og umvending, um himmal og fortaping, myndar tað dagliga virksemið í brøðrasamkomuni í dag.