News
Ein sentral læra í kristna boðskapinum er læran um ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Fyri summi eru hesi hugtøk myndatala. Fyri onnur eru hesi støðini ítøkilig og verulig. Í hesi seinnu sendingini fara vit at vitja tey bæði størstu kristnu leguhúsini í Føroyum. Tað eina er leguhúsið hjá brøðrasamkomuni á Vatnsoyrum, sum eitur Zarepta, og hitt er leguhúsið hjá kirkjuligu Heimamissiónini í Nesvík. Endamálið er at kanna, hvussu hesin afturvendandi boðskapurin um himmal og fortapilsi ella glatan verður prædikaður fyri føroyskum børnum og ungum í dag.