News
Vivian Sjóðklett vildi arbeiða við menniskjum og tók fyrst námsfrøði sum grundútbúgving. Síðani tá hevur hon økt um vitan sína við bæði kunstterapi og sexologi útbúgvingum. Í dag hevur hon klinikk saman við tveimum øðrum kvinnum; einum sexologi og einum reikihealara. Eisini vitjar hon skúlar at undirvísa í kyni og kynslívi, nakað, sum næmingarnir hava sera stóran áhuga í. Tónleikur er annað evni, sum tosað verður við Vivan Sjóðklett um. Hetta er tann fyrsta av tíggju sendingum í summar við heitinum 'Gestastovan - ein samtalusending um áræði og eldhuga'. (5. juli 2021).