Drona kollveltir bjargingararbeiði

Share:

Listens: 0

Góðan morgun Føroyar

News


- Hetta er ein kollvelting fyri bjargingarfeløgini kring landið. Soleiðis sigur Jens Hansen, formaður í Havnar Bjargingarfelagi og umboð fyri Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini í Føroyum. Kollveltingin er, at Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini í næstum fer at brúka eitt heldur øðrvísið amboð, tá hjálp skal veitast í eini neyðstøðu. Felagið hevur útvegað sær eina heilt serliga dronu og sokallaðan dronubil. Tilsamans kostar hetta omanfyri 600.000 krónur.