News
Justinus Eidesgaard hevur tveir føðingardagar. Annar, tá hann varð borin í heim og hin, tá hann varð endurføddur. Fyri tretivu árum síðani stóð illa til hjá Justinus. Hann var bundin av rúsdrekka og hann orkaði ikki at liva. Eitt kvøld fór hann á knæ og tá hevði hann eina guddómliga uppliving, tí Jesus tosaði við hann. Síðani tá hevur hann sannað, at alt er av náði og at øll menniskju eru fevnd av Guðs kærleika.